Andligur vøkstur (#13550)

Skapa í mær eitt reint hjarta, O mín Gud, og endurnýggja eina friðfulla samvitsku inni í mær, O mín Vón! Gjøgnum anda máttarins staðfest Tú meg í Tínari Søk, O mín Hægst-Elskaði, og við ljósi dýrdar Tínar opinbera fyri mær gøtu Tína, O Tú Mál mínar tráanar! Gjøgnum máttin í Tínari yvirjarðligu megi lyft meg upp til himinin av heilagleika Tínum, O Kelda veru mínar, og við fleyrunum av Tínum ævinleika gleð meg, O Tú sum ert mín Gud! Lat Tíni ævinligu songløg anda frið yvir meg, O mín Felagi, og lat ríkdómarnar í Tínari fornu ásjón fría meg frá øllum uttan Tær, O Meistari mín, og lat tíðindini um opinberingina av Tínum óspilliliga Kjarna bera mær frøi, O Tú sum ert tann mest sjónligi av teimum sjónligu og tann mest loyndi av teimum loyndu!

-Bahá'u'lláh
-----------------------

Andligur vøkstur (#13551)

Eg bøni Teg, O Gud mín, við alla yvirjarðligu dýrd Navns Tíns, um at klæða Tíni elskaðu í búna rættvísinnar og at upplýsa verur teirra við ljósi álitisbaris. Tú ert Tann ið hevur vald til at gera sum Honum líkar og Sum í Sínum taki heldur teymum alra luta, sjónliga og ósjónliga.

-Bahá'u'lláh
-----------------------

